Allan vetur hava 3000 næmingar arbeitt dúgliga á ymisku verksmiðjunum, sum Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli hevur boðið fram í ár. Hetta vikuskiftið verður endabresturin við eini fjølbroyttari framsýning í Eysturskúlanum, har um 1000 næmingar frá kvøld- og ungdómsskúlanum luttaka. Jóhannes Eli Iversen, stjóri, sigur, at vónirnar til framsýningina eru góðar:
- Vit fara at seta framsýningina upp seinnapartin og í kvøld. Vit hava lagt alt væl til rættis, og eg vænti, úrslitið verður framúr.
Á framsýningini í ár verða, umframt alskyns tekningar, handverk, fotomyndir o.a., somuleiðis fjølbroyttar tónleikaframførslur. Eitt nú spælir Havnar Hornorkestur, barnakóri Dropar við Sigrið Sivertsen og bólkurin Bendarspónir við Karl A. Klein á odda:
- Vit ætlaðu at hava fleiri konsertir á skránni, men nógv eru longu farin í páskafrítíð, so tað bar ikki til. Men sum nakað serligt, hava vit í ár tekningar og málningar við á framsýningina, ið ung frá Tórshavnar Listaskúla hava framleitt, sigur Jóhannes Eli Iversen at enda.
Framsýningin verður fyri almenninginum leygardagin og sunnudagin frá klokkan 14 og fram til klokkan 19 í Eysturskúlanum í Havn.
--
Skrá:
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Leygardagin 8 apríl:
Kl. 14.00 Framsýningin letur upp
Kl. 14.10 Barnakórið Dropar við Sigrið Sivertsen
Kl. 15.00 GHM viðAndreu Hendriksdóttir
Kl. 19.00 Framsýningin letur aftur
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sunnudagin 9 apríl:
Kl. 15.00 Havnar Hornorkestur við Ova Olsen
Kl. 16.00 Kórið Sólarmagn við Fróða Sandoy
Kl. 17.00 Bendarspóni við Karl A. Klein
Kl. 19.00. Framsýningin letur aftur