1000 krónur er eisini peningur

Fyri sløkum tveimum árum síðani fingu hjúnini Berghild og Jákup Martin Gullaksen í Klaksvík sær eina hitapumpu. - Hetta hava vit ikki angrað eina einastu løtu, siga tey bæði

Klaksvík: - Tilboðið var so gott, so at vit kundu snøgt sagt ikki siga nei, siga tey bæði.

Fyri nøkrum árum síðani byrjaðu fólk at tosa um tær sonevndu hitapumpurnar og hvussu nógv, ið hesar kundu spara tí einstaka húsarhaldinum í útreiðslum til olju.

Hetta tosið var eisini at hoyra millum klaksvíkingar, og somuleiðis á arbeiðsplássinum hjá Berghild.

So væl var tosað, at tær samdust um at spyrja seg fyri hjá KBI um at fáa eitt gott felags tilboð uppá hitapumpur. Og hetta tilboðið fingu tær eisini.

- Ja, vit vóru einar 5-6 kvinnur sum snøgt sagt avgjørdu at fáa okkum hitapumpu, greiðir Berghild frá.

Um hetta mundið var oljan ikki eins dýr og hon er nú. Fyri teimum var tað kanska ein spurningur, um tað yvirhøvur mundi loysa seg at keypa sær eina slíka við verandi oljuprísum.

- Ja, vit ivaðust eitt sindur, tí tað kostaði okkum hóast alt 15.000 krónur við uppsetingini, skoytir maðurin uppí.

Í dag kostar ein tilsvarandi hitapumpa heldur meiri – slakar 17.000 krónur, uttan tó at hetta hevur ávirkað eftirspurningin.

Stutt eftir at hitapumpan var sett upp hjá Berghild og Jákup Martini í august mánaði 2006, hendi tað sjáldsama og kanska óvæntaða, at oljuprísurin lækkaði nakað.

- Tá hugsaði eg: Ja, hatta var so hatta! Men í dag er oljan vorðin minst dupult so dýr, staðfestir Jákup Martin sum als ikki hevur angrað keypið.


Best í stovuni

Eitt var at keypa sær eina hitapumpu. Eitt annað evni at taka støðu til var staðið, har hitapumpan skuldi plaserast.

- Onkur ráddi okkum til at seta hana í gongini, men vit ivaðust eitt sindur í hesum. Vit avgjørdu tíbetur at seta hana upp inni í stovuni. Her ger hon nógv størri nyttu og betri mun, sigur Jákup Martin.

Inniklima’ið er vorðið betri, og tað er altíð heitt inni, sjálvt tá kuldi og kavi eru uttandura. Og so er hitapumpan als ikki so ljót, sum onkur kundi hildið.

- Vit eru øll von við at hava radiatorar í stovuni. Teir eru broytir sera lítið hesi seinastu 20-30 árini. Og satt at siga, so haldi eg ikki at teir eru serliga vakrir at hava í stovuni.

- Nei, eg haldi faktiskt at hon er vøkur á at líta, í øllum førum um tú sammetir við ein vanligan radiator, slær Jákup Martin fast.


Týðilig sparing

Sparingin hjá hjúnunum Gullaksen er eisini týðilig at fáa eyga á. Hetta sæst so sanniliga aftur í oljurokningini, sum er minkað rættiliga nógv.

Í august 2006 høvdu tey eitt fast inngjald fyri olju uppá 2450 krónur um mánaðin. Hálvt ár seinni varð hetta talið rættað og lækkað til 1100 krónur.

Fyri tey merkti hetta eina sparing uppá 1350 krónur í olju um mánaðin, bert orsakað av hitapumpuni!

Samstundis hækkaði elrokningin frá 800 upp í 1000 krónur um mánaði. Men summa summarum er, at olju- og elrokningin vorðin góðar 1000 krónur minni um mánaðin.

- Í dag kunnu vit bara fegnast um, at hitapumpan er spard væl og virðiliga inn aftur. Eg meini, - 1000 krónur um mánaðin er jú eisini peningur, staðfestir ein fegin Jákup Martin.


50 pumpur í ár

Ein av fyritøkunum, ið selur hitapumpur er KBI í Klaksvík. Bert í ár eru 50 slíkar seldar til kundar kring alt landið.

Dagin fyri at Snoddi var á vitjan hjá hjúnunum Gullaksen høvdu menn frá fyritøkuni sett eina hitapumpu upp hjá einum eldri manni, sum búði einsamallur í húsum sínum í Klaksvík.

Samstundis við hesa, vóru teir í ferð við at fyrireika uppseting av 10 øðrum hitapumpum teir komandi dagarnar.

Orsøkin til hetta finst í teimum høgu oljuprísunum, eins og ein útrokning frá KBI vísir: 1 kilowatt-tími av hita framleiddur í oljufýring kostar 75 oyru, meðan 1 kilowatt-tími av hita framleiddur í hitapumpu kostar einans 30 oyru.