Allir tríggir fótbóltsvallirnir í Gundadali vóru í dag karmur um Adidas Summar Cup, sum er ein opin fótbóltskapping fyri ungdómar í aldursbólkunum frá U6 til U16/17. 62 lið vóru tilmeldaði og luttakaratalið var um tey 400. Tá ið talt verður saman fyriskiparar, luttakarar, foreldur og onnur vitjandi, verður mett, at fleiri enn 1000 fólk hava verið í Gundadali í dag.
- Sum heild vóru fólk væl nøgd. Heðin Mortensen setti stevnuna í morgun, og tá var vøllurin fullur av fólki. Øll liðini møttu upp, og tað eru vit glað fyri. Sjálvandi eru tað ymisk ting, sum skulu betrast til næstuferð, men eg haldi, at fólk vóru positiv, sigur Andrass Thomsen, ein av fyriskiparunum.
Hetta er fyrstu ferð, at henda summarkappingin verður skipað, men fyrireikararnir vóna, at tiltakið, sum eisini fevndi um hoppiborg, brotssparkskapping, gøtufótbólt og blindafótbólt, er komið fyri at vera.
- Vit hildu, at tað manglaði okkurt um summarið, nú fótbólturin liggur stillur. Hetta er eisini við til at skapa vinarbond tvørturum feløgini, sigur Andrass og váttar, at teir leggja seg eftir at gera eina enn betri kapping komandi summar.
- Vit fara beinanvegin undir fyrireikingarnar til næsta ár. Vit ætla at gera tað enn betri og fáa enn fleiri lið. Vónin er serliga, at vit fáa fleiri gentulið, sigur Andrass Thomsen at enda.