Tað varð 14 ára gamla Gunnleyg Danielsen av Toftum, sum týsdagin gjørdi rúsfría avtalu nr. 100 við Bláa Kross, har hon skrivaði undir uppá at halda seg frá øllum rúsandi evnum í eitt ár. Í hesum sambandi fekk hon handað heiðursbræv, blómur og skreytlut við innskrift frá Bláa Krossi Føroya.
Verkætlanin »Rúsfrí Avtala«, ið Blái Krossur Føroya hevur sett í verk, hevur nú veruliga fingið vind í seglini. Týsdagin høvdu longu 100 ung í aldrinum 13-18 ár skrivað undir uppá at vera rúsfrí í eitt ár, sjálvt um verkætlanin ikki hevur nógvar vikur á baki. Starvsfólk hjá Bláa Krossi, hevur verið á fleiri skúlum til tess at kunna um hesa avtalu. Higartil hevur mest verið vitjað í Eysturoynni og Streymoynni og tí eru flestu teirra, sum hava skrivað undir higartil, úr hesum oyggjum. Ætlanin var annars at fara út á útoyggjarnar við hesi verkætlan, men vegna verkfallið ber hetta ikki so væl til í løtuni.
Gunnleyg av
Toftum nr. 100
Tað varð 14 ára gamla Gunnleyg Danielsen av Toftum, sum týsdagin gjørdi avtalu nr. 100 við Bláa Kross, har hon skrivaði undir uppá at halda seg frá øllum rúsandi evnum í eitt ár.
Sum grund fyri hesa avgerð sigur hon, at tá hon kortini ikki ætlar sær at drekka, kann hon tað sama fáa fyrimunirnar, ið eru við at skriva undir. Eisini heldur hon, at rúsdrekka smakkar illa og er heilsuskaðiligt. Í sambandi við avtalu nr. 100 fekk Gunnleyg handað heiðursbræv, blómur og skreytlut við innskrift frá Bláa Krossi.
Útseta fyrsta glasið.
Endamálið við rúsfríu avtaluni, er at fáa ung í aldrinum 13-18 ár at binda seg til at halda seg frá øllum rúsandi evnum í eitt ár í senn. Avtalan kann síðan endurnýggjast á hvørjum ári til tey eru 18 ár. Hugsjónin aftanfyri rúsfríu avtaluna, er at fáa tey ungu at útseta fyrsta glasið (ella til ongantíð at byrja), tí kanningar hava víst, at tess yngri fólk eru tá tey byrja at drekka, tess størri er vandin fyri, at tey fáa rústrupulleikar. Gongdin seinastu árini, bæði í londunum uttanum okkum og í Føroyum, hevur verið tann, at tey ungu gerast alsamt yngri, tá tey royna rúsevni á fyrsta sinnið, samstundis sum hetta nú umfatar bæði kynini. Ætlanin hjá Bláa Krossi við hesi verkætlan, er tí at verja tey ungu ímóti bólkatrýstinum, sum tey uppliva frá øðrum, soleiðis at tey klára at siga nei takk til rúsdrekka og rúsevni.
Fáa fyrimunir
Umframt fyrimunirnar at vera edrúur í lívinum, gevur rúsfría avtalan eisini aðrar fyrimunir. Tá ein skrivar undir, fær ein nevniliga eitt avsláttarkort, ið gevur avsláttur í ymiskum handlum kring landið. Avslátturin liggur millum 5-20% og gevur t.d. avsláttur av lutum til skúlabrúks, fløgum, klæðum og EDV útgerð. Um ung fáa onnur ung at skrivað undir, fáa tey eisini ymiskar gávulutir frá Bláa Krossi. Og um ein heilur skúlaflokkur skrivar undir, hava tey rætt til eina máltíð frá Bláa Krossi. Ætlanin er, at næmingur nr. 200, ið skrivar undir rúsfría avtalu, eisini skal verða heiðraður av Bláa Krossi.