Tað er rættiligur gravgangur eftir at sleppa at arbeiða við at menna ferðavinnuna í Føroyum.
Tað mugu tey á endurstovnaða Ferðaráðnum ásanna, nú tey hava søkt eftir tveimum fólkum.
Í løtuni eru trý starvsfólk í Ferðaráðnum, men nú skulu tvey fólk setast í starv afturat.
Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráðnum, sum er á myndini, sigur, at freistin at søkja størvini var úti fríggjadagin.
Og tá ið freistin var úti, høvdu tey fingið einar 90-100 umsóknir til hesi bæði størvini, so har verður nógv mikið at velja ímillum.
- Eg má ásanna, at áhugin er sera stórur, sigur hon.
Stjórin í Ferðaráðnum sigur, at millum umsøkjarnar eru føroyingar í Føroyum, føroyingar uttanlands, umframt fleiri útlendingar.
Talan er somuleiðis bæði um fólk, sum frammanundan starvast í ferðavinnuni og um umsøkjarar, sum koma úr heilt øðrum størvum.
Størvini verða sett í næstum.









