100 tkr. til B71

Tað var ikki eiti á gáva, sum B71 fekk frá Sands Kommunu, nú felagið aftur hevur vissað sær sæti í fremstu føroysku fótbóltsdeildini. Á móttøku í gjárkvøldið læt kommunan gávur til bóltfelagið í oynni og til Ragnvald Joensen, sum her fyri stóð seg so sera væl á Special Olympics. B71 fekk ein málning umframt ein kekk á 100.000 kr. Ragnval fekk ein kekk á 5.000 kr. Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri, fegnaðist á móttøkuni um góðu úrslitini hjá Ragnvaldi og hjá B71, eins og hann vísti á týdningin, sum eitt virkið ungdóms- og frítíðarlív hevur fyri trivnaðin í oynni.