Í gjár fingu løgreglan og sløkkiliðið í Havn fráboðan um oljudálking út fyri Sund.
Oljulekin hendi, meðan skipið lá og bunkraði, og so mistu teir nakrar litrar á sjógv.
Tað verður mett, at talan var um millum 100 og 200 litrar. Hetta fór so inn eftir Kaldbaksfirðinum við lotinum.
Tá talan er um oljudálking í sjónum, so er tað sløkkiliðið, sum tekur sær av tí. Men í hesum førum valdi sløkkiliðið ikki at gera so nógv burturúr, tí mett varð, at mann ikki hevði fingið tað stóra burturúr.
– Har var ikki so nógv olja, so vit valdu ikki at gera nakað við tað. Tað var so mikið lýtt í gjár, at oljan hevur fordampað rímiliga skjótt, ljóðar tað frá sløkkiliðnum.
– Tá leki spjaðir seg út yvir ein so stóran fjør eru 100-200 litrar ikki nógv. Hevði tað verið í Vágsbotni, so hevði tað verið nógv. Um mann ikki fær tikið tað beinanvegin, so er tað sera vanskiligt og møtimikið at fáa upp, og mann fær ikki so nógv burturúr, sigur starvsfólkið frá sløkkiliðnum.
Um hetta var ósketni ella eitt óhapp, er ikki greitt enn. Tí er heldur ikki greitt, um talan verður um bót til skip ella reiðarí. Hetta skulu løgfrøðingar hjá politinum kanna saman við avvarðandi myndugleikum sum eitt nú umhvørvisdeildini hjá kommununi.