100 teir bestu filmarnir nakrantíð

Heimsins størsta filmeheimasíða, imdb.com, hevur ein lista yvir heimsins bestu filmar. So ivast tú í onkrari jólagávu ber ivaleyst til at fáa okkurt hugskot her.

 

Tað eru brúkararnir av heimasíðuni, sum atkvøða og soleiðis gera av, hvør filmur er best. Men tað skulu 3000 atkvøður til, áðrenn filmurin sleppur upp á listan, sum verður dagførdur hvønn dag.

 

Besti filmurin er The Shawshank Redemption frá 1994. So koma The Godfather 2 og 3 frá ávíkavist 1972 og 1974. Á fjórða plássi er The Inception sum kom út í ár.

 

Danska blaðið BT hevur savnað 100 teir bestu filmarnar á einum lista, sum tú kanst síggja her. Ella tú kanst vitja heimasíðuna hjá imdb.com við at trýsta her, har listin telur 250 filmar.