100-tals barnarøddir á einum staði

Aftur í ár verður árligi felagsdagurin "Sangdagur barnanna" á skránni, hesaferð í Meinigheitshúsinum í Havn leygardagin 14. apríl.

Hetta er dagurin, tá barnakór úr øllum landinum hittast at syngja fyri hvørjum øðrum og saman. Møguleiki er eisini hjá teimum, ið ikki eru í nøkrum barnakóri, at verða við.
Sangdagurin endar við konsert kl. 15, har barnakórini og felagskórið luttaka.