Lønin hjá hesum fakfelagsformanni verður sett ájavnt við lønini hjá stjóranum fyri Barna- og ungdómsumsitingina í Keypmannahavnar kommunu.
Tann lønin er júst hækkað upp í 1.647.901 krónur. Formaðurin í lærarafelagnum heldur, at hetta er alt ov mikið.
– Langt áðrenn er gjørdist formaður, hevur man gjørt av at binda lønina at lønini hjá stjóranum fyri skúlarnar í Keypmannahavn, tí tað var helst tað lættasta. Men hendan lønin er hækkað so markant, at vit halda ikki, at vit kunnu tilláta okkum at hækka mína løn so nógv. Hetta kunnu vit ikki forsvara í eini støðu, har lønarhækkingarnar, sum vit hava samrátt okkum til limir okkara, eru nógv minni, sigur Anders Bondo Christensen.
Hann fer í framtíðini at fáa 1.115.536 krónur um árið, meðan stjórin í barna- og ungdómsumsitingini altso fær 1.647.901 um árið – og við pensjón 1,9 milliónir krónur.