Seinastu mánaðirnar hevur Sinnisbati gjørt eitt átak fyri at upplýsa um tunglyndi. Í gjárkvøldið var túrurin komin til Suðuroyar
Høllin í Miðnámsskúlanum í Hovi var fullsett av kvinnum og monnum, sum vildu vita meiri um sjúkuna tunglyndi, ið rakar ein stóran part av fólkinum.
Á fundinum greiddi Regin Jóanesarson úr Vestmanna frá, hvussu tað er at liva við tunglyndi, meðan Tormóður Stórá, sálarlækni greiddi frá um sjúkuna og hvørjir viðgerðarmøguleikar eru tøkir fyri tunglyndisrakt.
Tað kom fram, at einir 2500 føroyingar eru merktir av tunglyndi so ella so í dag. Helst er hetta orsøkin til, at høllin í Miðnámsskúlanum var fullsett, eins og støðan hevur verið á øðrum støðum.
Aftaná framløgurnar nýttu fleiri suðringar høvið at seta fram spurningar, eins og høvið var til at tekna seg sum lim í felagnum.
Hesir fundirnir kring landið er partur av endamálinum hjá Sinnisbata, sum er at upplýsa og seta orð á hvat sálarsjúka er.