100 ára søga

Freydis Poulsen úr Klaksvík hevur skrivað ein bókling um søguna hjá skúlanum í Árnafirði

Bóklingurin eru 17 síður, og har finst ein søgulig gjøgnumgongd umframt yvirlit yvir lærarar, næmingar og tey, ið hava verið á skúlanum í starvsvenjing, síðani hann varð vígdur tann 27. oktober 1904.
Freydis greiðir frá í bóklinginum, at fyrstu ferð nakað skrivligt sást um skúlabygging í Árnafirði, er í fundarbókini hjá sóknarstýrinum. Har stendur, at tann 4. juli 1903 varð eitt øki uppmált í Árnafirði, sum var tilætlað skúlabygging.
Jóhan Eliasen í Antinishúsi á Uppsølum mundi sambært frágreiðingini hjá Freydis Poulsen vera tann fyrsti lærarin, sum ferðaðist til Árnafjarðar at undirvísa børnunum.
Áhugavert er at lesa um skúlagongdina undir seinna veraldarbardaga, sum gjørdi gerandisdagin í tryggu bygdini til eina marru. Fleiri minur róku á land og gjørdu stóran skaða í bygdini.
Frá 10. november til 6. desember 1941 var ongin skúlagongd í bygdini vegna minuvanda, minuspreinging og ábøtur á skúlan vegna spreingingina.
Hetta og mangt annað áhugavert er at lesa um føðingardagsbarnið í Árnafirði í bóklinginum hjá Freydis Poulsen.
Bóklingurin verður lagdur fram leygardagin, tá stóra og almenna hátíðarhaldið eisini verður.