100 ára gamli krígsveteranurin og koronu-góðgeri deyður

Bretin Tom Moore, sum savnaði saman meira enn fjórðingsmilliard til bretska sjúkrahúsverkið, er deyður av covid-19.

100 ára gamli krígsveteranurin frá Seinna Heimsbardagar, Tom Moore, sum savnaði saman stóra milliónaupphædd til bretska heilsuverkið í fjør, er deyður.

Tað siga døtur hansara í fráboðan í dag, skrivar tíðindastovan Reuters.

Tom Moore varð í síðstu viku innlagdur, eftir at hann varð smittaður við koronuvirus.

– Tað er við stórari sorg, at vit boða frá, at kæri pápi okkara, Tom Moore, kapteynur, er deyður, skriva døtrarnar, Hannah og Lucy, í eini fráboðan.

Tom Moore megnaði at savan saman næstan 33 milliónir pund – umleið 270 milliónir krónur – til bretska heilsuverkið undir koronukreppuni. Hann varð síðani sligin til riddari av Elisabeth II drotning.

Innsavningin fór fram í fjør, stutt fyri 100 ára føðingardagin hjá Tom Moore, tá hann fór undir avbjóðingina, sum fekk so stóra umrøðu.

Hann vildi ganga 100 ferðir aftur og fram í urtagarði sínum í Bedfordshire – bert hjálptur við einum rollatori og viljastyrki.

Avbjóðingin skuldi geva starvsfólki í heilsuverkinum gætur, sum høvdu havt so nógv at gjørt undir koronufarsóttini.

Bretskir miðlar – og síðani miðlar í stórum parti av heiminum – skrivaðu um tann 100 ára gamla kapteynin og innsavning hansara.

Og meira hann gekk aftur og fram í urtagarði sínum, streymaðu veitingarnar inn.

Tiltak hansara fekk Boris Johnson, forsætisráðharra, at heita á drotningina um at gera Tom Moore til riddara. Tað gjørdi hon á einum hátíðarhaldi í juli í fjør við Windsor Castle.

/ritzau/