100 ára gamal brúðgómur

Tað er ongantíð ov seint at giftast. Tað munnu í hvussu er tey bæði Bengt Hjelmqvist og Ansa Borck halda.

Fyrradagin vórðu tey bæði gist á einum harragarði uttan fyri Væxjø í Svøríki. Brúðgómurin er 100 ára gamal, og brúðurin er 85. Aftan á vígsluna segði brúðgómurin, at hann hevði hugsað seg væl um, og at hann var komin til ta niðurstøðu, at tað er ongantíð ov seint. Hann ásannaði, at hjúnarlagið fer kanska ikki at vara so leingi, men tað er stuttligt kortini, segði hann.

Bengt Hjelmqvist hevur verið einkjumaður í 14 ár. Hann hevur búð á harragarðinum síðani 1971, og brúðurin hevur búð í grannalagnum síðani 1972. Tey bæði hava kortini kent hvørt annað síðani 1945.