100 ára dagur í Oyndarfirði

Fríggjadagin, 1. desember, vóru 100 ár liðin, síðani Andreas Andreasen, vanliga nevndur Andreas í Tarti, Oyndarfjørður, varð borin í heim.

Føðingardagurin byrjar við gudstænastu í Oyndarfjarðar kirkju og síðani var opið hús í skúlanum í Oyndarfirði, har nógv bæði yngri og eldri fólk heiðraðu føðingardagsbarnið.
Andreas er annars ættaður úr Oyndarfirði, og er triðelstur av 12 systkjum. Foreldrini vóru (Anna) Katrina (f. Anthoniussen) og Samuel Michael (Mikkjal) Andreasen.
Andreas er giftur við Malfryd (f. Joensen) av Eiði. Hon er 85 ára gomul.
Tey fingu 5 børn, 10 ommu- og abbabørn og 6 langommu- og langabbabørn.
Andreas er frískur og væl fyri. Hóast hann hevur verið blindur í mong ár, fylgir hann væl við í tí, sum fer fram rundan um hann.
Hann hevur gingið bæði í kirkju- og missiónshús, og er haraftrat íðin tjóðveldismaður.