100 ára dagur hjá Josefinu

Nógv varð gjørt burtur úr, tá Joesfina Højsted helt 100 ára dag sín sunnudagin.

Dagurin byrjaði við gudstænastu í Funnings kirkju, og aftaná var døgurði hildin fyri innbodnum í bygdini.

Seinnapartin var fyrst hildin móttøka í heiminum hjá Emmu Hansen í Haldórsvík, har Josefina eisini býr. Her nýttu fleiri høvið at heilsa uppá hana, og aftaná var kaffi í Avhaldshúsinum.

So her varð alt gjørt til tess at heiðra hesa 100 ára gomlu kvinnuna.
sb.