Í dag, leygardag, letur upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Tað er ein framsýning um býarmenning í Havn í tíðarskeiðnum 1856 ? 1954.
Tað er Landsskjalasavnið og Býarsavnið, ið hava lagt framsýningina til rættis.
Tveir av høvuðsmonnunum handan framsýningina eru Sámal Tróndur Finnson Johansen og Erland Viberg Joensen. Teir hava fingið køna hjálp frá Finni Johansen.
Býarvøkstur
-Tíðarskeiðið er valt út frá, at í 1856 fór bygginnevndin, Thorshavns Bygningskommision, at virka, og í 1954 kom løgtingslógin um býarskipanir og byggisamtyktir í gildi.
? Vit royna við okkara framsýning at lýsa, hvussu býurin er vaksin og hevur ment seg ígjøgnum umleið 100 ár, siga teir báðir, Sámal Tróndur Finnson Johansen og Erland Viberg Joensen.
Framsýningin er sett saman av skjølum, myndum og kortum, sum eru savnað saman úr bygginevndini, Landsskjalasavninum og skjalasavninum hjá býráðnum. Elsta tilfarið er funnið á Landsskjalasavninum, og yngsta tilfarið er funnið fram á skjalasavninum hjá býráðnum.
Fjølbroytt
Talan er um eina fjølbroytta framsýning, sum hevur nógvar áhugaverdar myndir, kort og skjøl.
Millum annað kann ein síggja eina býárætlan fyri Tórshavn frá 1867. Tá gongur Havnin bert niðan til Vaglið.
? Í 1867 varð ætlanin at gera eina regulering fyri býin. Húsini stóðu sum best bar til, og tí skuldi alt regulerast. Av tí, at bygginevndin ikki hevði ráð at gera arbeiðið sjálvt, varð bíðað, til fólk sjálvi skuldu byggja um. Tí varð ætlanin ongantíð rættiliga til nakað. Reguleringin vísir ein nýtmótans leist at modernisera býin uppá, greiðir Sámal Tróndur frá.
Sjálvt hugskotið um framsýningina er umleið tríggjar mánaðir gamalt, og seinastu tíðina hava arbeiðsdagarnir verið rættiliga langir.
? Vit royna eisini at lýsa, hvussu býurin formar seg, tá vit koma inn í 20. øld, siga teir báðir.
Har kann millum annað síggjast eitt uppskot hjá HCW Tórgarð arkitekti um íbúðarhús íFøroyum.
Beinar linjur
Fyrst í 20. øld komu tað, teir báðir kalla fyri »beinar linjur« inn í býarmyndina. Tað vil siga, at byrjað varð at leggja gøtur beint soleiðis, at tað gjørdist lættari at leggja kloakk- og vatnleiðingar.
Millum mongu tekningarnar er millum annað ein forvitnislig tekning um umsókn at byggja kiosk á Vaglinum.
Framsýningin letur upp í dag, leygardagin 24. juli og heldur fram til 1. august. Opið er allar dagar frá 14-20.
So tey, ið hava hug at síggja Havnina á ein øðrvísi hátt, kunnu leita sær oman í Smiðjuna á Lítluvík.