100 ár og nýtist ikki heimahjálp

Í morgin - leygardagin hin 3. desember - fyllir Rosa Højgaard á Skála 100 ár. Føðingardagurin verður hildin í Nesvík frá klokkan 16-20.

Rosa, sum býr heima, er væl fyri, og hon er púra klár. So byrg og røsk er hon, at hon eitt nú ongantíð hevur havt heimahjálp. Familjan hjá Rosu er fjølment. Hon hevur átt 11 børn, eigur 34 ommubørn, 62 langommubørn og 5 oldurommubørn.

Portalurin eigur tíverri onga mynd av Rosu Højgaard, men vit vilja á hesum stað ynskja henni og familjuni hjartaliga tillukku við degnum.