100 ár – og myndaframsýning

Listasavn Føroya hevur heitt á Klaksvíkar Býráð, sum eigur hópin av myndum eftir Fridu Zachariassen, um at læna nakrar av hesum málningum til eina myndaframsýning, sum Norðuratlantiska Bryggjan í Keypmannahavn fyrireikar.

Framsýningin við myndum eftir Fridu Zachariassen verður á Norðuratlantisku Bryggjuni, Strandgade 91 - frá 2. juni til 2. september í ár.

- Sum kunnugt hevði Frida Zachariassen verðið 100 ár í ár. Tí er Klaksvíkar kommuna eisini við í at skipa fyri tiltøkum og framsýningum í hesum høpi, uppýsir Dávur Winther, mentanarleiðari.

Tað er longu nú gjørd avtala við Norðuratlantisku Bryggjuna í Keypmannahavn um at fáa hesa somu framsýning til Klaksvíkar í september í ár, har eisini Malan Marnersdóttir, professari, dr.phil og lic.phil, ið hevur skrivað bók um Fridu, kemur at halda fyrilestur um verkini og Fridu.

Í dag vóru so Mortan Vang og Oggi Lamhauge frá Listasavni Føroya, ið hjálpa til við at savna verkini til framsýningina, í Klaksvik eftir teimum málningum, sum avtala er gjørd um at læna.

Tað er Mentanardeild býráðsins, ið stendur fyri avtaluni um lánið av málningum frá Klaksvíkar kommunu, sum altso verða við í nevndu myndaframsýning í Keypmannahavn frá 2. juni til 2. september 2012.