100 prosent av sendingunum sótu hjá Kroos

Toni Kroos leikti ein ófatuliga góðan fyrra hálvleik fyri Týskland

55 av 55 sendingum (avleveringum) sótu rætt í fyrra hálvleiki.

 

So ótrúlig vóru hagtølini hjá 34 ára gamla týska miðvallaranum, Toni Kroos í 5-1 sigrinum hjá týsku vertunum á Skotlandi á Allianz leikvøllinum í München í EM-setanardystinum.

 

Tað er sjáldsamt at síggja, at ein leikari fær 100 prosent av øllum sendingunum hjá sær at sita rætt í einum hálvleiki.

 

Í seinna hálvleiki hevði Toni Kroos eina skeiva sending. Yvir allan dystin sótu 101 av 102 sendingum.

 

EM-endaspælið eru seinastu dystirnir hjá Toni Kroos áðrenn hann stillar gaggurnar og gevst at spæla fótbólt á hægsta støði.

 

##med2##