100 nýggj dagrøktarpláss í Havn um eitt ár

?Tey fyrstu 40 dagrøktarplássini verða klár í oktober mánaða í ár og næsta summar verða 60 pláss tøk afturat

Um eitt gott ár verða nýggj ansingarpláss til 100 børn afturat tøk í Havnini.

Og tey verða á trimum dagstovnum, sum standa í hvør sínum enda í býnum.

Elin Lindenskov, forkvinna í Sosialu nevnd hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at talan er um at byggja ein nýggjan stovn.

Men harafturat verða tveir stovnar afturat bygdir út.

Tann nýggi stovnurin, sum skal byggjast, verður bygdur í Vesturbýnum, úti á Landavegnum niðanfyri skrivstovuna hjá SEV er. Staðarnavnið er Á Fløtum, siga tey.

Arbeiðið at fyrireika byggingina eru komnar rættiliga væl áleiðis og arbeiðið verður boðið út í næstum.´

Ætlanin er so at fara undir sjálva byggingina heilt skjótt, so at stovnurin verður liðugur og klárur at taka í nýtslu næsta summar.

?Hetta er ein stovnur til 60 børn, sum í høvuðsheitum verður barnagarður.

Tað verða tríggjar stovur í hesum barnagarðinum við 20 børnum á hvørjari stovu.

Men ein av hesum stovunum veðrur kortini ein smábarnastova til tvey og trý ára gomul børn, so talan verður um 40 barnagarðspláss og 20 smábarnapláss á hesum stovninum.

Afturat hesum barnagarðinum, verða tvey býlingshús eisini bygt út, so at pláss verður fyri 20 børnum afturat á hvørjum.

Talan er um býlingshúsið Millum Gilja og á Ternuryggi og tey verða liðug seinni í ár, helst í oktober, sigur Býráðið.


Lættir trýstið

Hesi 100 plássini, sum koma afturat, fara at lætta trýstið á dagrøktarøkinum eitt sindur.

Men Elin Lindenskov ásannar, at hetta er verri enn so nóg mikið til at nøkta tørvin, tí bíðilistarnir verða bara longri og longri og nú eru næstan 400 børn á bíðilista at fáa dagrøktarpláss í Havn.

Elin Lindenskov sigur, at fólkavøksturin í Havnini hevur verið nógv størri enn nakar hevði roknað við.

? Tí er tað greitt, at tann málsetningur, býráðið hevur sett sær á dagrøktarøkinum má endurskoðast, tí hann fer als ikki at nøkta tørvin.

Hon sigur, at í 1996 setti býráðið sær fyri at nøkta tørvin á barnaansingarplássum við at útvega 30 pláss um árið í 10 ár, tí so skuldi tørvurin verið nøktaður í 2006.

?Men gongdin higartil hevur víst, at hesin málsetningur má endurskoðast, so at meiri ferð kemur á arbeiðið. Tí hóast vit hava útvegað væk meiri enn tety 30 plássini um árið síðani 1996, halda vit ikki tørn, tí bíðilistarnir verða bara lngri og longri. Sostatt má býráðið endurskoðað ætlanina so at hetta økið verður raðfest hægri, sigur Elin Lindenskov.

Sjálv heldur hon, at tann næsti stovnurin, sum skal byggjast, má byggjast á Argjum.