100 milliónir bilar í 60 ár

24. mai 2005 koyrdi ein silvurgráur VW Touran út av VW-verksmiðjuni í Wolfsburg. Tað serliga við hesum bili var, at hann var bilur nr. 100.000.000 hjá VW, síðan fyrsta VW-Boblan kom á marknaðin fyri 60 árum síðan í 1945

Volkswagen kunnu í ár hátíðarhalda, at liðin eru 60 ár síðan fyrsta VW-Boblan (Type 1) kom á marknaðin. Samstundis eru 70 ár liðin síðan tann fyrsta prototypan av bilinum sum Perdinand Porsche konstrueraði varð gjørd. Í dag er Volkswagen ein av heimsins størstu bilframleiðarum. Fyrstu VW-bilarnir vóru Boblan og Transporter (rugbreyðið).

Av teimum mest kendu og mest framleiddu Fólkavognunum kunnu vit nevna, at Boblan varð gjørd í 21,5 mill. eindum, Golf er higartil framleiddur í 23 mill. eindum, Passat í 9 mill, og Polo í næstan 9. mill. eindum. Í 2002 fór framleiðslutalið á Golfinum fram um Bobluna. Volkswagen verða annars framleiddir í nógvum ymiskum londum sum t.d. Brasilia, Mexico, Argentina, Polen, Spania og Kina.