100 mió heimasíður

Enska Netcraft hevur síðani 1995 arbeitt við at skráseta allar heimasíður á alnetinum. Tá felagið byrjaði, taldi listin 18.000 síður, men hetta talið er støðugt vaksið. Somikið nógv, at talið í oktobur fór upp um 100 mió heimasíður, og eingin orsøk er at halda, at hetta tal fer at minka. Av skrásettu síðunum er á leið 1% síður við pornografiskum tilfari.