100 mió Explorer-brúkarar

Síðani Internet Explorer 7.0 varð send á marknaðin í oktober mánaði, er kagin tikin niður av ikki færri enn 100 mió brúkarum. Websidestory, sum greinar ferðsluna á netinum, sigur, at í dag nýta á leið 25% av øllum brúkarum Explorer 7. Tað er tó langt í frá eins nógv sum gamla útgávan av Explorer. Mett verður, at 62% av brúkarunum enn nýta ta skipanina.