Menn hjá samveldisløgregluni FBI og løgregluni í New York hava tikið meiri enn 100 fólk, sum sambært myndugleikunum eru limir í nøkrum av teimum kendu mafia-ættunum í býnum. Teir tiknu eru samstundis skuldsettir fyri dráp, svik og ymisk onnur lógarbrot, sigur sjónvarpið NBC.
Sambært sjónvarpinum eru teir tiknu limir í mafia-ættunum Gambino, Genovese, Lucchese, Bonanno og Colombo í New York. Harumframt hevur løgreglan tikið nakrar limir í DeCavalcante-ættini í grannastatinum New Jersey.
Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur, at FBI hevur ongantíð handtikið so nógvar mafialimir eftir einum degi fyrr. Eitt líknandi átak var í 2008, tá FBi tók 80 limir í Gambino-ættini, samstuyndis sum løgreglan í Italia tók fleiri limir í sama felagsskapi.










