100 kilo av rúsevnum funnin umborð á Norrønu

Íslendska tollvaldið hevur lagt hald á 100 kilo av rúsevnum, ið varð funnið í einum húsvogni á Norrønu.

Íslendska tollvaldið legði í gjár hald á 100 kilo av rúsevnum, ið varð funnið umborð á Norrøni. Rúsevnini vórðu funnin umborð á einum húsvogni, ið skuldi á land í Seyðisfirði. Talan var um eitt útlendskt par, ið átti bilin. Tað skrivar íslendska kringvarpið RÚV.


Sambært íslendskum fjølmiðlum, so er talan um eitt tað størsta rúsevnismál nakrantíð í Íslandi.