Ikki færri enn hundrað jarðskjálvtar vóru í Íslandi í gjárkvøldið og í nátt, men burtursæð frá nøkrum brotnum rútum gjørdu teir ikki skaða.
Bergþóra Þorbjarnardóttir, jarðskjálvtafrøðingur á Veðurstofu Íslands, sigur við íslendska útvarpið, at teir flestu skjálvtarnir vóru seks kilometrar undir havbotninum einar 10 fjórðingar norður úr Siglufirði á Norðurlandinum.
Tann harðasti jarðskjálvtin, sum var 5,2 á Richterstiganum, var nakað eftir midnátt. Á Siglufirði siga tey, at har brotnaðu rútar, og lutir duttu niður av hillunum, og á Akureyri skulvu húsini.
Veðurstofa Íslands sigur, at jarðskjálvtar eru rættiliga vanligir á hesum leiðum á Norðurlandinum.









