- Øll, sum eru knýtt at bátastevnuni, vita nú, hvørjar uppgávur tey hava, og tí kunnu vit siga, at alt liggur í føstum rammum og er undir landi.
Tað sigur Jan Haldansen, sum er í bátastevnunevndini í Vestmanna.
At hann í vikuni legðist við kava heilt niður í fjøruna í Vestmanna, gjørdi, at vestmenningar, sum fyrireika bátastevnu, hava verið eitt sindur tarnaðir við útlegging av bátabrúgvum og uppsetan av tjøldum.
- Men, hetta kemur tó einki at broyta, tí vit eru vanir at fyrireika og at leggja til rættis, leggur Jan aftrat.
Tað er ein bátastevnunevnd, ið stendur sum samskipari av stóra tiltakinum, sum byrjar í Vestmanna longu hósdagin.
Jan Haldansen er sjómaður, men verður heima á stevnuni í ár. Í fjør eydnaðist honum at vera við í øllum fyrireikingunum, men hann noyddist avstað dagin fyri, at stevnan byrjaði.
- Eg veit ikki, um tað nú var so ógvuliga keðiligt at fara avstað í fjør. Saman við øðrum hevði eg malið kring um á bryggjuni og hjálpt til við ymiskum í einar 14 dagar.
Hann sigur, at tá alt var klárt, var hann nokso moyrur. Hinvegin var tað eitt sindur keðiligt hjá honum ikki at kunna uppliva tað, sum var á stevnuni.
Jan Haldansen vísir á, at nógv er at taka hond um, tá eitt so stórt tiltak skal reisast á føtur, og hann heldur, at eini 100 fólk á ymiskan hátt eru knýtt at bátastevnuni.