100 færri norsk farmaskip

Samstundis sum heimsins handilsflotar hava so nógv at gera sum sjáldan fyrr, vísir eitt yvirlit hjá norska farmaskipafelagnum, at seinastu tvey árini er talið á norskum farmaskipum minkað 16 prosent. Tað merkir, at skipini eru 101 færri í tali nú enn næstseinasta ársskiftið, skrivar Aftenposten.

Minkingin hevur eisini havt við sær, at munandi færri norðmenn sigla við farmaskipum nú enn fyrr. Teir eru ellivu prosent færri nú enn fyri tveimum árum síðani. Útlitini eru heldur ikki tey bestu, tí sambært yvirlitinum hjá reiðarafelagnum er talið á ungfólki við farmaskipunum minkað heili 21 prosent í hesum sama tíðarskeiðinum. Tað sæst eisini, at norsku reiðaríini byggja ikki nýggj farmaskip longur í sama mun sum fyrr. Síðani 1998 eru bíleggingarnar minkaðar heili 48 prosent.

Formaðurin í norska farmaskipafelagnum, Marianne Lie, sigur við Aftenposten, at politikararnir noyðast at fremja tiltøk, sum kunnu bøta um umstøðurnar at reka farmaskip í Noregi. Stjórnin hevur boðað frá lógarbroytingum í mars.