100 føroyskar fyritøkur á heysin

AVTØKUR Skráseting Føroya fer nú at biða skiftirættin avtaka einar 100 føroyskar fyritøkur, sum ikki hava latið roknskap inn

Seinni í hesi vikuni fer Skráseting Føroya at biðja skiftirættin avtaka ein hóp av føroyskum fyritøkum.
Hetta eru fyritøkur, sum ikki hava latið roknskapin fyri 2011 inn til tíðina.
Kristin Balle, fulltrúi á skrásetingini sigur, at hon ikki hevur nágreiniliga talið fyri, hvussu nógvar fyritøkur verða sendar skiftirættinum til tvingsilsavtøku í hesum umfari.
Men hon væntar at talan verður um einar 100 fyritøkur.

3000 fyritøkur
Freistin at lata roknskapirnir inn til Skrásetingina var 1. juli.
Tilsamans eru slakar 3000 fyritøkur í landinum, sum hava skyldu at lata roknskap inn, men tá ið freistin fór, manglaði Skráseting Føroya roknskapin frá heili 965 virkjum og fyritøkum, sigur Kristin Balle.
Sostatt er tað ein heilur triðingur av føroyskum virkjum og fyritøkum, sum ikki lata roknskapin inn til tíðina.
Hon hevur áður sagt við Portalin, at hetta er sum tað plagar at vera, tó at hetta er eitt stórt tal av fyritøkum, sum ikki halda sínar skyldur á hesum øki.
Kristin Balle sigur kortini, at síðani 1. juli eru fleiri roknskapir lætnir inn afturat, tí Skrásetingin fær roknskapir hvønn dag.
Skrásetingin hevur heimild at senda virki og fyritøkur, sum ikki lótu roknskapin inn til tíðina, í skiftirættin við tí endamáli at avtaka tey.
Tey hava hugsað um, at besta feriutíð er í juli og tískil hava tey ikki gjørt álvara av áheitanini enn.
Men enn manglar Skrásetingin at fáa roknskapir frá 192 fyritøkum og tær fyritøkur, sum ikki hava latið roknskap, tá ið hendan vikan er farin, verða sendar í skiftirættin.

Púra vanligt
Útfrá teimum royndum tey hava, vænta tey, at slakir 100 roknskapir verða lætnir inn afturat og at tað sostatt verða einar 100 fyritøkur eftir, sum verða tiknar av.
- Hvørt ár hava vit avtikið frá knøppum 100 til einar 130 fyritøkur um árið av tí at roknskapirnir ikki verða hava verið lætnir inn. Í so máta er árið í ár eitt púra vanligt ár, sigur Kristin Balle.
Hon sigur, at talan er um alt slag av fyritøkum.
- Tær flestu eru smáar, men onkrar stórar eru eisini ímillum, sigur hon.
Hon sigur, at í onkrum fyritøkum er virksemið hildið uppat og eigararnir brúka so hendan mátan at fáa felagið tikið av.
Men í øðrum fyritøkum er virksemi og tey fáa so tríggjar mánaðir afturat at endurreisa felagið aftur.
- Men tað er eitt meiri umfatandi arbeiði, tí so skulu feløgini skrásetast av nýggjum og tað kostar 5000 krónur og harumframt skulu nógv fleiri skjøl latast inn enn bara roknskapurin, sigur fulltrúin á Skrásetingini.
Tað vanliga er, at einar 10-20 fyritøkur brúka hendan møguleikan á hvørjum ári.