Tá ið Atlantic Navigator nú fer til fiskiskap undir Føroyum, verða 100 fólk við skipinum.
Risastóri trolarin skal framleiða surimi burtur úr svartkjaftið, og skipið lastar eini 2000 tons umleið 1400 tons av surimi og 600 tons av fiskamjøli.
Áhugin fyri at verða við Atlantic Navigator er sera stórur, tí eftir at 100 fólk eru farin umborð, standa eini 140 fólk afturat á bíðilista at sleppa við.
Hetta er eitt sera týdningarmikið mát fyri, hvussu skipið verður móttikið, og eg eri sera fegin um, at áhugin fyri at verða við er so stórur, sigur Kjell Inge Røkke, sum samstarvar við JFK um verkætlanina.