100 fólk undir rapaðum húsum í Kili

Myndugleikarnir í Kili siga, at umleið 100 fólk liggja undir rapaðum húsum í býnum Conception, sum fór serliga illa í tí harða jarðskjálvtanum. Jacqueline van Rysselberghe, borgarstjóri í Conception, sigur við tíðindastovurnar, at ein íbúðarblokkur í 15 hæddum rapaði í jarðskjálvtanum gjáramorgunin.

Conception er 115 kilometrar frá miðdeplinum í jarðskjálvtanum.

Fleiri eftirskjálvtar hava verið í Kili síðani tann harða skjálvtan. Í dag var ein eftirskjálvti, sum var til 6,1 á Richter-stiganum.