Út við 100 flóttafólk eru druknað í Miðjarðarhavinum eftir einum degi. Bert fáar tímar eftir, at í minsta lagi 74 fólk lótu lív í einum skipsbroti, sakk enn ein bátur við 20 fólkum umborð. Hetta vóru alt fólk, sum royndu at koma sær úr Libya til Evropa.
Tað veit felagsskapurin Læknar uttan landamørk (MFS) at siga.
MFS veit eisini at siga, at tríggjar kvinnur, ið vóru einastu fólkini, sum upplivdu skipsbrotið, sóu fleiri av sínum kæru hvørva í havinum uttan fyri havnabýin, Sorman, sum liggur í útnyrðingspartinum av Libya.
- Tað vóru lokalir fiskimenn, ið bjargaðu teimum timum kvinnunum, sum sóu síni kæru drukna, skriva Læknar uttan landamørk á Tvitter.
Lagt verður aftrat, at higartil í ár eru eini 900 fólk druknað í royndini at flýggja tvørtur um Miðjarðar havið og til Evropa, og sagt verður, at ein orsøk til, at so mong hava latið lív, er, at bjarnigarátøkini, sum skuldu hjálpa flóttafólkunum, komu ov seint.