Fyri tveimum árum síðani staðfestu heilsumyndugleikarnir á frítíðaroynni Bali sjúkuna rabies ella hundaøði, og síðani hevur sjúkan kravt meiri enn 100 mannalív. Hesi árini hava myndugleikarnir staðfest 38.000 tilburðir, har hundar hava bitið fólk. Bara í fjør vóru 22.000 tilburðir.
Fyri einum mánað síðani fóru myndugleikarnir undir eitt átak, sum hevur til endamáls at útrudda sjúkuna innan 2012. Í hesum sambandi er ætlanin at koppseta knappliga 400.000 hundar.
Fólk á Bali bera orð fyri at vera sera góð við hundar. Sambært teimum almennu tølunum eru umleið 450.000 hundar á oynni, men heilsuverkið heldur, at talið er nakað størri.
Rabies ella hundaøði er ein virussjúka, sum kann smitta fólk við hunda- ella flogmúsabiti, sum hava sjúkuna. Fólk, sum verða smittað, fáa millum annað fepur, og sjúkan ger seg eisini inn á nervalagið.










