100 bløð til Føroya um dagin

Blaðsølustjórin á Ekstrablaðnum, Ole Sloth, sigur, at sølan av Ekstrabløðum hevur verið rættiliga støðug seinnu árini. Einir 15-20 keypmenn selja Ekstrablaðið í Føroyum

-Gjøgnum leysasølu og haldarar vil eg siga, at eini 100 bløð verða send til Føroya dagliga, sigur Ole Sloth, sum stendur fyri blaðsøluni av Ekstrablaðnum,
Spurdur um sølan er minkað, svarar Ole Sloth, at hon hevur verið rættiliga støðug seinnu árini. Hann greiðir frá, at tað eru einir 15-20 keypmenn í Føroyum sum selja Ekstrablaðið.
Blaðsølustjórin sigur, at tað er komið meir enn so fyri, at ein serligur sonevndur spísiseðil er sendur til Føroya. Ein spísiseðil er forsíðumyndin, sum vanliga er at síggja á hurðunum í teimum ymisku handlunum kring landið.
-Er okkurt serligt á vási, sum hevur við Føroya at gera, plaga vit at senda ein serliga føroyskan spísiseðil. Undir Bankamálinum og tá Jóannes Eidesgaard varð avgerandi atkvøðan fyri Danska Javnaðarflokkinum á valinum í 1998, vórðu serliga spísiseðlar sendir til Føroya, sigur Ole Sloth.