100% Barnaansing ? 100% Misvísandi

100% barnaansing er ein misvísandi lýsingarherferð fyri tær familjur, sum ikki fáa børn síni ansað fyrr enn um trý ár.

Anna Dahl-Olsen

Valevni til Tórshavnar býráð



Upptøkuskipanin, hølistreytirnar og starvsfólkaviðurskiftini mugu tillagast kreppuni í barnaansingini.

Við kommunuvalið í 1996 vóru 340 børn á bíðilista til ansingarpláss. Nú fýra ár seinni eru framvegis yvir 340 børn á bíðilista. Tey sum hava sitið vid ábyrgdini lova aftur hesaferð 100% barnaansing. Men ikki fyrr enn um trý ár. Ein misvísandi lýsingarherferð fyri tær familjur sum ikki fáa børn síni ansað fyrr enn í ár 2003.

Í vesturheiminum í dag er ansingarpláss ein fólkarættur. Tað er ábyrgdarleyst av sosialu nevnd at seta sær sum mál, at tað skal taka trý ár áðrenn vit hava 100% barnaansing, ella plássgaranti til øll.

Vit hava sera skiftandi tíðir í Føroyum og er tað tí torført at planleggja framtíðina innan barnaansingina. Okkara styrki er, at vit skjótt kunnu laga okkum til nýggjar umstøður. Í løtuni gongur væl búskaparliga, vit fáa møguliga eina oljuvinnu og løgtingið arbeiðir vid fullveldisætlanum. Hesi viðurskifti fara at føra til stórar broytingar í okkara kommunu. Eisini innan barnaansingina.

Vøksturin í kommununi hevur ført til eina kreppu á barnaansingarøkinum. Hetta krevur loysnir her og nú, sum ikki bara nýbygningar kunnu loysa. Uppskotini um fleiri dagrøktarmammur og foreldraansing eru áhugaverdar loysnir, sum kunnu bøta um kreppustøðuna í løtuni.

Men hvar liggur trupulleikin og hvussu kann hann loysast? Tað skulu fólk, pengar og hølir til barnaansing. Pengar er ikki ein beinleiðis forðing í løtuni. Tad er nóg mikið av pedagogum og hjálparfólki til barnagarðarnar, men tað eru ov fáar dagrøktarmammur. Hølini mangla, tí hølistreytirnar til barnaansing eru so mikið kravmiklar, at vanlig sethús ikki kunnu brúkast uttan størri umbyggingar.

Tí er tað sjálv barnaansingarskipanin sum má endurskoðast. Upptøkuskipanin, hølistreytirnar og starvsfólkaviðurskiftini mugu tillagast kreppuni í barnaansingini, samstundis sum arbeitt verður við at byggja eina trygga og góða ansingarskipan uppá sikt.

Øll foreldur í kommununi skulu hava somu rættindi ? eisini tey 700 foreldrini uttan ansingarpláss.