100 børn fingið tak

Stovnurin í Kvívík, sum skal fevna um vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla, varð reistur í gjár

Gongst sum ætlað, verður stovnurin tikin í nýstlu í mars næsta ár.

– Vit halda tíðarætlanina og eru næstan ajour, sigur Grækaris A. Joensen, byggimeistari.

Hann sigur, at teir í morgun fóru undir at tróðra og til ólavsøku er ætlanin, at flag skal liggja á.


Neyðugt og ráðiligt

Tað er ikki hissini verkætlanan, ið hann og fyritøka hansara, GAJ Smíð, eru farnir undir. Stovnurin er í tveimum hæddum, skal rúma 100 børnum – alt frá vøggustovu og barnagarði til frítíðarskúla – og kemur at kosta 22 milliónir krónur.

Borgarstjórin í Kvívík, Dánjal Petur Müller, hevur áður sagt við Sosialin, at hóast talan er um ein stóra íløgu hjá kommununi, so er tað bæði neyðugt og fíggjarliga ráðiligt við einari íløgu av hesum slagnum.

Vøggustova, barnagarður og frítíðarskúla húsast sum er í trimum ymsum hølum, og eru 70 børn knýtt at skipanini.

Hvat fíggjarliga partinum viðvíkur, skyldar Kvívíkar kommuna einki. Av teimum 22 milliónunum skulu 16 milliónir lænast. Tað er ein sløk álíkning, tí inntøkan hjá kommununi av skatti og øðrum, verður 19 milliónir og í ár.

So hóast lántøkuna til stovnin, kemur kommunan ikki upp undir lógarkravda hámarkið fyri, hvussu nógv ein kommuna kann skylda, tí tað markið er ein álíkning.