| Í gjár, tann 13. februar, eru 100 ár liðin síðani ein hin størsti skaðadagin í Føroya søgu. Tað var nevniliga 13. februar í 1915, at tiltikna Skaðagrindin var í Sandvík, har 14 mans lótu lív. 
 Hetta var ein sorgardagur fyri alla sóknina, og fyri at minnast hesar menninar, verður alment minningarhald í Sandvík og Hvalba seinnapartin í dag, leygardagin 14. februar, sum eisini er føstulávintsleygardagur. 
 Minningarhaldið byrjað í Sandvíkar kirkju klokkan 14 við gudstænastu, har Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikar. Gudstænastan verður sent beinleiðis á internetinum og klokkan 13.30 verður leinkjan til stroymingina løgd út her á in.fo. 
 Gudstænastan verður stroymað HER 
 Av tí at kirkjan í Sandvík neyvan rúmar øllum, sum væntandi fara at koma til minningarhaldið, verður stroymt úr kirkjuni oman í Ranhøll, sum er bygdarhúsið í Sandvík, har tað sostatt ber at fylgja við gudstænastuni. 
 Aftan á gudstænastuna verður farið inn til minnisvarðan, sum er reistur yvir menninar ið fórust. Har verður kransur lagdur og Uni Næs, dómpróstur, sigur nøkur orð. 
 Síðan verður farið til Hvalbiar í Roynhøllina, har Sigmundur Poulsen, Sigmundur í Geil í Sandvík, fer at greiða frá hendingini og har verður eisini ein drekkamunnur. 
 
 
 | 









