Í dag heldur Nanna Skála 100 ára føðingardag. Føðingardagurin verður hildin í roykstovuni í Kirkjubø, har hópur av fólki kom at heilsa uppá nú seinnapartin.
Ein av gestunum var Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum eisini helt røðu.
Millum annað visti borgarstjórin at siga, at Nanna átti sín lut í mongu sigrunum, sum Havnarbáturin vann í 70’unum.
- Eg kom at kenna teg sum heilt ungur. Eg hevði skatt mær ryggin av kappróðuri, og Essa Arge, yvirlækni, gjørdi mær púra greitt, at skuldi skil fáast á aftur, so mátti eg fáa veruliga og professionella hjálp - og tí sendi hann meg heim til tín at fáa fysioterapi. Og væl riggaði - eg gjørdist frískur og vann nógvar róðrar aftrat eftir tað, segði Heðin Mortensen.
Borgarstjórin vísti annars á, hvussu stóran týdning Nanna hevur havt fyri føroysku fólkaheilsuna. Eitt nú var hon limur í tubbaksráðnum, har hon framdi eitt stórt arbeiði. Eisini átti hon sín stóra lut í stovnsetanini av Heilbrigdinum á Velbastað.