100.000 til skannaran

Tórshavnar Býráð hevur samtykt at lata 100.000 lrónur til nýggja kálkskannaran til landssjúkrahúsið

Á býráðsfundinum hóskvøldið samtykti Tórshavnar Býráð at lata 100.000 krónur til nýggja kálkskannaran til landssjúkrahúsið við teirri grundgeving, at tað í ár er altjóða eldraár.

Tað var Ingi Mohr, sum mælti býráðnum til at játta peningin av reguleringskontoini til innsavnan av peningi til at varðveita nógv umtalað skannaran á landssjúkrahúsinum.

Býráðið sigur, at stuðulin verður veittur í sambandi við eldraárið 1999 og fyri at markera býráðsins áhuga á eldraøkinum. Hildið verður, at ein slíkur skannari kann vera við at medvirka til positiva lívsdygd hjá teimum eldru.

Málið varð samtykt við átta atkvøðum móti fimm.