100.000 krónur til hondbóltin

Mest gleðiliga løtan á øllum gallakvøldinum var helst, tá stjórin í Rainbow Seafood boðaði frá, at føroyameistarin í manshondbólti fær 100.000 krónur í stuðuli til europiska luttøku

Hondbóltur

 

Fagnaðurin var ovurstórur, tá Regin Mikkelsen hevði boðað frá sínum ørindum á pallinum leygarkvøldið. Undan hesum hevði formaðurin í HSF, Kristian Johansen, sagt, at talan var um heilt serliga gávu til hondbóltin, og tað ber illa til at geva formanninum annað enn rætt í hesum.

- Vit seta tvær treytir fyri at veita hendan stuðulin. Onnur er, at liðið tekur lutí Europa-Cup, og hin er, at liðið tá nýtir somu reglur fyri útlendskum spælarum, sum tær reglur, ið eru galdandi í Føroyum. Hetta fyri at tryggja, at talan er um pening, sum kemur føroyskum hondbólti tilgóðar, segði Regin Mikkelsen, stjóri í Rainbow Seafood, áðrenn hann bað venjaran hjá H71, Birgir Hansen, um at koma upp eftir stóra kekkinum.

Eftir handanina hittu vit Regin Mikkelsen, og hann segði, at teir við hesum vildu geva sítt ískoyti til føroyskan hondbólt.

- Vit halda tað vera øgiliga týdningarmikið, at føroyskur hondbóltur fær onkran uppbakning – eisini fíggjarliga. Hjá fótbóltinum er tað soleiðis, at tað er líka sum ein pengagáva í sær sjálvum at blíva meistari, tí har koma so nógvir pengar frá luttøkuni. Tað ger tað ikki hjá hondbóltinum, og tí halda vit, at hondbólturin hevur alvorliga brúk fyri at fáa eina hjálp afturat tí, sum teir vanliga fáa.

Men 100.000 krónur eru nógvir pengar. Geva tit hetta bara av góðum hjartað?

- Ja. Faktiskt geva vit tað bara av góðum hjartað. Vit krevja ikki nakað sum helst afturfyri av feløgunum, uttan at tey halda treytirnar fyri at fáa stuðulin. Orsøkin til at vit gera hetta er, at vit vilja hondbóltinum væl, og vit vilja gjarna stuðla hondbóltinum, segði Regin Mikkelsen, stjóri í Rainbow Seafood.