Nordisk Kulturfond hevur gjørt av, at grunnurin stuðlar G! Festivalinum aftur í ár. G! Festivalurin fær hesaferð 100.000 krónur í stuðli, og upphæddin er serliga ætlað til ferðaútreiðslur hjá norðurlendskum tónleikarum, sum koma á festivalin.
Hetta er triðja árið á rað, at G! Festivalurin fær stuðul frá Norðurlendska Mentanargrunninum, og samanlagt hevur festivalurin í Gøtu fingið 550.000 krónur úr grunninum hesi árini.
Bara norðurlendskt
Eitt av krøvunum, sum Mentanargrunnurin setir er, at minst trý norðurlond skulu verða umboðað, og tað er eingin trupulleiki hjá G!, tí har eru øll nøvnini, sum higartil eru avdúkað, norðurlendsk.
Blue Foundation og Nephew úr Danmark, Beats and Styles og Darude úr Finnlandi, Hjálmar úr Íslandi, og so føroysku Makrel, 200 og Teitur Lassen
Fyrireikararnir av G! Festivalinum siga, at í næstum verða fleiri nøvn avdúkað ? bæði føroysk og útlendsk.
Seinasta árið
Tað er ikki vanligt, at Nordisk Kulturfond letur stuðul í fleiri ár á rað til sama tiltak, men í serstøkum førum verður hetta gjørt fyri at verða við til at byggja upp nýggj, virðismikil tiltøk. Tá er hægst talan um trý ár.
Tað merkir sostatt, at hetta er seinasta árið, at G! fær stuðul frá Norðurlendska Mentanargrunninum.
? G! Festival takkar fyri, er errin um, og tekur tað sum eina álitisváttan, at tiltakið er so høgt í metum millum norðurlendskar myndugleikar, at vit hava fingið játtað stuðul í 3 ár á rað frá grunninum. Vit fara at gera alt okkara besta at liva upp til álitið, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.










