100.000 eftir til avbjóðingar

Starvsfólk hjá tí almenna í Føroyum hava enn møguleika at taka av avbjóðingum at fara til okkurt av hinum Norðanlondunum at arbeiða í eitt tíðarskeið. Enn eru 100.000 kr. eftir av fíggingini frá Norðurlandaráðnum. Starvsfólk hjá tí almenna í Føroyum hava síðstu árini havt møguleika at royna avbjóðingar í onkrum av hinum Norðanlondunum at arbeiða. Norðurlandaráðið hevur sett eina ávísa upphædd av til endamálið hvørt ár, og í ár var fíggingin til Føroyar 150.000 kr.

Higartil í ár hava eini seks ella sjey starvsfólk í landsfyrisitingini søkt um at royna seg í onkrum av hinum Norðanlondunum. Tey hava m.a. søkt um at royna seg í Mentamálaráðnum í Íslandi, hjá Kolding kommunu í Danmark og hjá Bergen Universiteti í Noregi. Sjálvt um fleiri longu hava søkt um at royna seg í øðrum Norðanlandi, so eru tó enn heili 100.000 kr. eftir at søkja um enn, og tí er enn pláss at senda fleiri avstað.

Við at royna hetta fáa starvsfólk møguleika at førleikamenna seg, uppliva spennandi arbeiðsumhvørvi og skapa sær eitt netverk í hinum Norðanlondunum.