Í Danmark hava meiri enn 100.000 fólk fingið Influensa A, og sambært Statens Seruminstitut merkir tað, at krímsjúkan er farin at ganga av álvara. Kåre Mølbak, sum er deildarleiðari hjá stovninum, sigur við fjølmiðlarnar, at nógvir danir verða smittaðir teir næstu 14 dagarnar, og at sjúkan fer ikki at hasa av aftur fyrr enn eftir ársskiftið.
Statens Seruminstitut sigur, at síðani Influensa A fór at gera um seg fyri tveimum vikum síðani, eru umleið 200.000 danir vorðnir smittaðir. Av teimum meiri enn 100.000, sum eru við hús nú, eru tey flestu børn.
Enn er eingin álvarssamur tilburður av Influensa A staðfestur í Danmark, men tvey børn hava vórðu løgd á sjúkrahús, eftir at tey vóru smittað, sigur Kåre Mølbak.