Tann 20. juni skulu póllendingar velja forseta ístaðin fyri Lech Kaczynski, sum doyði í flogvanlukku í Russlandi fyri stuttum. Tann, sum ætlar sær at stilla upp, skal hava stuðul frá minst 100.000 veljarum, og polska valnevndin kunngjørdi í morgun, at 10 hava latið nevndini tær neyðugu undirskriftirnar og kunnu sostatt stilla upp.
Polskir fjølmiðlar siga, at virkandi forsetin, Bronislaw Komorowski, hevur latið valnevndini meiri enn 700.000 undirskriftir, og at Jaroslaw Kaczynski, sum er bróður fyrrverandi forsetan, hevði savnað 1,6 millión undirskriftir.
Eygleiðarar vænta, at Komorowski fer at vinna valið. Tað er tó ikki vist, at hann kann vinna longu í fyrsta umfari, og so verður seinna umfar tann 4. juli.