10 tons av eplum úr sandjørð

Miðstovugarðurin í Trøðum á Sandi, sum liggur eystanfyri Sandsvatn, ber umleið 150 áseyðir. Haraftrat eru 20 mjólkneyt og umleið sama tal av ungneytum á festinum, sum bóndin, Jóannes Johannessen - ella Jóannes í Miðstovuni - rekur.

Men, miðstovubóndin hevur ikki bara seyð, mjólkneyt og ungneyt. Hann veltur eisini nógv epli, sum hann selur kring landið.

Sjálvur sigur bóndin, at tey, sum leita sær til hansara at keypa epli, í nógvum føri eru fólk, sum hava keypt epli ár undan ári. Vanliga verða eplini pakkað í posar á 20 kilo.

- Sjálvsagt fellur onkur frá, og onnur leggjast aftrat, men tað skerst ikki burtur, at stórur áhugi er fyri eplunum, sum øll verða velt í sandi.

Jóannes í Miðstovuni sigur, at hóast tey á garðinum seta eini tvey tons av eplum niður og fáa eini 10 tons uppaftur, sleppa tey vanliga av við øll eplini, sum heystið gongur.

- Okkurt árið hevur grøðin tó vart til eftir nýggjárs, men sjálvsagt vilja vit helst, at alt verður selt, sum heystið gongur.

Bóndin leggur aftrat, at um heystarnar hevur garðurin soleiðis bæði seyðakjøt og epli at selja.

- Vit hava eisini neytakjøt, sum viðskiftafólk kunnu keypa tað mesta av árinum. Øll eru vælkomin at ringja og spyrja, sigur hann.

Í fleiri ár - ja, heilt aftur til sjeytiárini - hava tey á Miðstovugarðinum í Trøðum velt og tikið eplini upp við maskinum.

Jóannes í Miðstovuni vísir á, at tá epli verða velt í sandjørð, og lítið regn kemur av himli, er viðhvørt neyðugt at væta jørðina, tí vætan, sum kemur í jørðina, rennur skjótari undan í sandi enn í moldjørð.

- Sandurin er leysari, og hugsandi er, at vætan bæði rennur skjótari burtur og dampar skjótari úr sandinum, tá sólin skínur, sigur Jóannes Johannessen.

Vanligt er at siga, at epli verða sett niður um flaggdagin, 25. apríl, men miðstovubóndin sigur, at tey plaga at bíða, til mai mánaði er byrjaður.