10 tips til kvinnur..

Tað snýr seg um at verða natúrlig við lekrum litum hesa sesongina. Soleiðis fylgjur tú við uttan pengar... 6.Ger tínar egnu smykkur. Stórar hálsketur og einfaldar troyggjur fylgja við dagsins rákið, og ístaðin fyri at keypa eina rúgvu av dýrum smykkum, so ber til at keypa sær ein ?do it yourself? pakka í millum annað 2X3, har tú kanst gera tínar egnu smykkur. Tað er bíligt, og tú kanst gera smykkurnar júst sum tú vilt hava tær.

 

7.Klistra á skógvarnir. Veit at tað er freistandi at bara keypa nýggjar skógvar  men tað ber væl til at gera tínar gomlu skógvar ?in? aftur. Keyp blómur, krossar ella whatever, og líma tað á skógvarnar. Tað kann í øllum førum gera tínar gomlu skógvar eitt sindur lekkrari....

 

8.Finn gamlar skjúrtur ella t-troyggjur. Far í skápi hjá pápanum/sjeikinum/beiggjanum, og finn onkrar gamlar skjúrtur ella t-troyggjur. Brúka okkurt stór belti og leggings til, so er tað eitt kul avslappa look... Ber sjálvandi eisini til at lita tær onkran feitan lit.

 

9.Natúrligt fall. Vaska hárið um kvøldið, rulla fleiri vátir lokkar upp og set í lastik. Tá tú vaknar morgunin eftir, so hevur tú natúrligar krúllur/fall í hárinum.

 

10.Keyp babyolju. Ístaðin fyri at keypa eina rúgvu av kropskremi, so keyp babyolju, og nýt tað undir brúsuni. Púra neutral olja, og húðin verður mega bleyt og lekkur. Og so kostar tað bara umleið 15 krónur.