Jenis av Rana
tingmaður fyri Miðflokkin
????????????????????
Í øllum hurlivasanum í uppgerðini um pensiónir Landsstýrismanna hevur eydnast at døma allar flokkar og allar tinglimir at standa aftanfyri broytingaruppskotið og at eiga lut í eini roynd at sæta sær sjálvum. Seinastur at rógva uppundir hesa kollektivu floks- og tingmannaskuld, var varaløgmaður Høgni Hoydal í sjónvarpinum týskvøldið.
Fyri sannleikans skuld fari eg at minna á, at:
1) 10 tinglimir, úr 4 flokkum, vístu broytingaruppskotinum frá sær, teir atkvøddu ikki fyri tí.
2) Bert í 2 flokkum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, stóðu tingfólk øksl móti øksl og atkvøddu fyri broytingaruppskotinum.
3) Undirritaði, tíverri einasta umboð Miðfloksins á tingi, atkvøddi ikki fyri uppskotinum og er hetta fult í tráð við tær royndir, eg gjørdi fyri tveimum árum síðani at forða fyri, at grundarlagið undir hesum uppskoti, nýggja lønar- og pensiónsskipan tingmanna, varð samtykt.
Eg góðtaki ikki, og neyvan gera hinir níggju tinglimirnir, ið vístu broytingaruppskotinum frá sær tað heldur, nú at verða skuldsettur fyri at hava partsábyrgd av tí. Og tað er átaluvert, at politikkarar, ið standa aftanfyri broytingaruppskotið, rógva uppundir, at Miðflokkurin eigur lut ella ábyrgd í hesum, sum flokkurin hvørki átti, eigur ella ynskir at eiga lut í - til tess var, er og verður hetta broytingaruppskotið alt, alt ov høpisleyst!