1: Facebook
(1 tíma og 14 minuttir um dagin)
Tað kemur helst ikki óvart á nakran, at Facebook er á einum klárum fyrstaplássi yvir síður, sum stjala okkara arbeiðstíð. Tað hevur eisini kostað fleiri fólkum starvið, at tey dagføra sín status við at kommentera sjóran ella keðiliga arbeiðsplássið.
2: Online spøl
(33 minuttir um dagin)
Meðan summi roykja, so spæla onnur snake, bricks ella tetris, fyri at slappa av eina løtu. Men verð varin. Smáu spølini kunnu nevniliga vera eins bindandi, sum tubbakkið. Áðrenn tú veist av, kennir tú teg noyddan at spæla.
3: Privatur teldupostur
(27 minuttir um vikuna)
Hóast t-posturin alsamt verður troðkaður burtur av sosialum netverkum sum Facebook og Twitter, sum gera samskiftið enn lættari, so taka privatu teldubrøvini tó framvegis nógv av okkara arbeiðstíð.
4: Portalar av ymsum slagi
(14 minuttir um vikuna)
Portalar sum iGoogle og MSN, sum hjálpa okkum at rógva runt á internetinum, stjala eisini fitt av okkara arbeiðsmegi.
5: Privat kjatt
(13 minuttir um vikuna)
Smá kjatt aftur og fram um líkt og ólíkt við vinir, familju ella arbeiðsfelagar enda ofta við at taka meiri av tíni arbeiðstíð, enn tað í grundini átti at gjørt.
6: Youtube og video av ymsum slagi
(13 minuttir um vikuna)
Youtube er triðmest vitjaða síðan á netinum, og alt fleiri leggja eisini leinkjur til Youtube út á Facebook, og so noyðast vit lííííka at síggja, hvat tað er, vinir okkara halda vera stuttligt, syrgiligt, ræðuligt ella flóvisligt.
7: Google
(11 minuttir um vikuna)
Google hevur svarið uppá alt. Hava vit ein spurning, óansæð hvat evnið er, so fara vit beint til Google. Eisini um vit eru til arbeiðis.
8: Shopping á netinum
(9 minuttir um vikuna)
Alt fæst á netinum, og hóast vit halda okkum væl í 11 mánaðir um árið, so vísir kanningin, at vit í desember nýta nógvar arbeiðsminuttir til at vitja handilssíður sum ebay.com.
9: Porno
(8 minuttir um vikuna)
Júst hvussu tað letur seg gera, nú opin kontórlandsløg eru í hæddini, veit eg ikki, men tað eydnast hóast alt summum at hyggja at porno í arbeiðstíðini.
10: Managerspøl
(7 minuttir um vikuna)
Online managerspøl, har tú hevur ábyrgdina av einum fótbóltsliði, einum súkkluliði, einum heri, sum skal í kríggj ella av at byggja eina bygd, stjala eisini nógv av arbeiðstíðini – serliga hjá mannfólki.










