Tó at tað er kalt í dag og tað mangastaðni var hált at koyra í morgun, so boðar Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, frá lýggjari veðri restina av vikuni.
Tó so, tað er ikki vist at vit merkja so stóran mun, við tað at vindurin eisini veksur.
Mikudagin verður fleyr til gul av ymsym ættum, turt og sólglottar. Hitin millum eitt og fýra stig.
Hósdagin veksur hann vindin upp í hvassan vind av landsynningi og seinnapartin regn. Hitin millum 10 og 14 stig.
Fríggjadagin verður hvassur vindur av landsynningi og regn, seinnapartin nakað minni vindur av suðri og sirm ella mjørki. Hitin millum 10 og 13 stig.
Leygardagin verður hvassur vindur av útsynningi og ælingur, sunnudagin minni vindur av suðri og væntandi turt, men mjørki í støðum og hitin millum 10 og 14 stig.
Mikumorgunin kom in veikur hátrýstryggur vestanfyri Føroyar hendavegin, meðan hósnáttina fer eitt djúpt lágtrýst sunnanfyri Ísland spakuliga norðureftir og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum hóskvøldið.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini.